- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valfeløg í Sandoynni mótmæla vegaføringini til Suðuroyartunnilin
Valfeløg í Sandoynni mótmæla vegaføringini til Suðuroyartunnilin
Hoyringarfreistin er longd, og nú verða undirskriftir savnaðar at steðga vegaføringini
04.12.2024 - 15:05
Øll politisku lokalfeløgini í Sandoynni mótmæla nú vegaføringini til Suðuroyartunnilin.
- Vit mugu bara staðfesta, at Sandoyggin er als ikki hoyrd, sigur Gudny Hentze, forkvinna í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag.
Hon rópar varskó saman við Sandoyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Fólkafloksfelag og Sandoyar Sambandsfelag.
Politisku lokalfeløgini í oynni kenna seg púrasta gloymd í stóru tunnilsætlanini, sum í teirra eygum als ikki tekur atlit at Sandoynni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, varðar av partafelagnum Suðuroyartunlinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hóast Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, hevur havt evstu ábyrgd av verkætlanini við Suðuroyartunlinum alt samgonguskeiðið, so hevur forkvinnan í lokala javnaðarfelagnum í Sandoynni einki hoyrt frá honum, fyrr enn semjuskjalið var undirskrivað og vegaføringar gjøgnum Sandsbygd almannakunngjørdar.
Hoyringarfreistin er longd, 12. desember, og teir dagarnar fara politisku lokalfeløgini í Sandoynni at brúka til at savna undirskriftir fyri at steðga ætlaðu vegaføringini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04122024_Sandoy_og_Suduroyartunnil
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV