- Tíðindi, mentan og ítróttur
Írland: Mið- og høgraflokkarnir vunnu valið
Mið- og høgraflokkarnir Fianna Fáil og Fine Gael fingu stóra undirtøku á valinum fríggjadagin.
Flestu av teimum 174 sessunum í tjóðartinginum er býttir út eftir valið, og hesir báðir flokkarnir nærkast at hava fingið meiriluta. Men eru ikki allar súðir syftar.
Sum væntað, stendur næstan á jøvnum millum tríggjar teir størstu flokkarnar.
Valluttøkan var tann minsta í 100 ár. (Mynd: AFP/Reuters Scanpix)
Fianna Fail flestar atkvøður
Fianna Fáil, sum fyrrverandi verjumálráðharrin og fyrrverandi forsætisráðharrin, Micheál Martin, stendur á odda fyri, hevur fingið flestar atkvøður, 22 prosent.
Fine Gael stendur til at fáa 21 prosent, og størsti andstøðuflokkurin Sinn Féin, 19 prosent.
Í nátt vísti valbarometrið hjá írska kringvarpinum RTE, at Fianna Fáil hevði fingið 39 sessir, Sinn Féin 34 og Fine Gael 32.
149 sessir býttir
Sjey aðrir flokkar høvdu tryggjað sær pláss í írska Undirhúsinum, tá ið tilsamans 149 sessir vóru býttir út.
Fyri at fáa meiriluta, skal ein samgonga ella flokkur í minsta lagi hava 88 sessir.
Valluttøkan var 59,7 prosent, og tað er tað minsta seinastu 100 árini, skrivar BBC.