Forkvinnan í Samfylkingini stendur á odda fyri samgongutingingum

Forkvinnan í Samfylkingini stendur á odda fyri samgongutingingum
Nógv bendir á, at Samfylkingin, Viðreisn og Flokkur fólksins fara at skipa samgongu í Íslandi
Kristrún Frostadóttir og Halla Tómasdóttir, forseti, sum hevur litið Kristrún upp í hendur at skipa nýggja stjórn.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
03.12.2024 - 12:58

Kristrún Frostadóttir, forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, fer at standa á odda fyru samráðingunum í Íslandi um at skipa nýggja stjórn.

Samfylkingin gjørdist størsti flokkur á altingsvalinum leygardagin. 

Í gjár hitti forsetin, Halla Tómasdóttir, forfólkini í politisku flokkunum, sum hava sæti í altinginum, fyri at vita, hvønn tey vísa á at fáa litið upp í hendur at skipa stjórn.

Tey flestu vístu á Kristrún Frostadóttir, og í morgun kunnaði íslendski forsetin hana um avgerðina.

Hoyr Boga Águstsson, tíðindamann í íslendska kringvarpinum:

 

03122024_Bogi

 

Skipa hesir tríggir flokkarnir, Viðreisn, Flokkur fólksins og Samfylkinginí samgongu, fær hon 36 sessir í altinginum, og tað er lutfalsliga stórur meiriluti. 

63 sessir eru í altinginum.

Kristrún Frostadóttir hevur boðað forkvinnunum í hinum báðum flokkunum til fundar seinnapartin. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939