- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja kirkjan á Glyvrum fer at kosta umleið 100 milliónir kr.
Nýggja kirkjan á Glyvrum fer at kosta umleið 100 milliónir kr.
Arbeiðið verður boðið út næsta ár, og ætlanin er, at kirkjan skal vera liðug í 2027
04.12.2024 - 18:00
Í farnu viku samtykti Runavíkar býráð at geva byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum, tí tann gamla er ov lítil.
Í meira enn 20 ár hevur ynski verið um at fáa nýggja kirkju á Glyvrum fyri ta gomlu, sum er frá 1927, men var bygd út og endurvígd í 1981.
Bogi Olsen, sum er nýggjur kirkjuráðsformaður á Glyvrum, sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út næsta ár, og at kirkjan skal vera liðug í 2027.
Kostnaðurin fer at nærkast teimum 100 milliónum krónunum, og fígging er fingin til byggingina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04122024_Kirkja_a_Glyvrum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV