Gera einki við klaguna frá MEGD

Gera einki við klaguna frá MEGD
Talan er ikki um lógarbrot, sigur løgtingsfyrisitingin, og tí er tað ikki eitt mál hjá landsstýrismálanevndini
Landsstýrismálanevndin ger einki við klaguna hjá MEGD
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 15:16

Landsstýrismálanevndin ger einki við klaguna, sum hon fekk frá MEGD. 

MEGD klagaði landsstýrið fyri ikki at senda lógaruppskot til hoyringar, áðrenn tey fara í løgtingið.

Felagið sigur, at landsstýrið í heilum sendir lógaruppskot í løgtingið, sum taka rættindi frá fólki við breki, uttan at hoyra avvarðandi feløg og útgreina avleiðingarnar.

MEGD sigur, at tað er ikki bara hendan samgongan, men eisini undanfarnar samgongur, sum hava skundað mál ígjøgnum uttan hoyring.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at løgfrøðiliga ráðgevingin hjá løgtinginum sigur, at talan er ikki um lógarbrot.

Tað er tí ikki eitt mál hjá landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856