Nýggi venjarin: Neista liðið skal aftur á beint

Nýggi venjarin: Neista liðið skal aftur á beint
Ungi Havnamaðurin Julian Johansen skal venja kvinnuliðið hjá Neistanum
Mynd: sportal.fo  
 
05.12.2013 - 09:26

Ì gjár varð nýggi venjarin at taka yvir hjá Kára Horn settur. Julian Johansen er 23 ára gamal, og hevur til nú spælt við besta mansliðnum hjá Kyndli.

Hann hevur seinasta hálvárið vant besta mansliðið hjá ÌF Føroyum, og hevur royndir sum ungdómsvenjari hjá Kyndli, har hann hevur verið venjari í sjey ár. Julian sigur soleiðis um avbjóðingarnar sum liggja fyri framman.

-Eg fari altíð bjartskygdur til verka óansøð hvør uppgávan er. Uppgávan hjá leikarunum og mær er at finna fótafestið aftur. Nógvir skaðar hava gjørt um seg, og hetta órógvar sjálvandi ein deil.  At fyrrverandi venjarin Kári Horn noyddist at gevast, elvir harvið eisini til ótryggleika í hópinum. Men vit hyggja frameftir, liðið skal aftur á beint.  Eg fari ikki at seta nakað nummar á hvar vit enda tá kappingin er av, tað fer tíðin at vísa.

Sunnudagin spælir Neistin ímóti grannunum úr Kyndli. Kyndil sum júst er fyrrverandi felagið hjá nýggja Neista venjaranum, spældi seinast javnleik 15-15 ímóti Neistanum. 

Julian sum sagt er bert 23 ára gamal, heldur ikki at hansara aldur er nakar vansi. 

-Eg skal vísa at eg eri egnaður til uppgávuna.Tað verið eg noyddur at prógva beinanvegin. At eg eri javngamal ella yngri enn summir leikarar, hevur einki at siga. Eg eri sannførdur um, at eg eri førur fyri at standa á odda fyri liðinum. Eg fari til verka við einum jaligum hugburði. At fyrsta mótstøðuliðið er Kyndil hevur ongan týdning. Metti eg at hetta var ein forðing, so hevði eg ikki tikið av starvinum.

Julian Johansen sigur at enda, at eingin støða er tikin um hann hevur spælt sín síðsta hondbóltsdyst. Beint nú er tað bara venjarastarvið sum verður raðfest. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948