- Tíðindi, mentan og ítróttur
VitOrka vil sleppa at hita almennar bygningar við grønari orku

Seinasta árið hevur felagið VitOrka havt fleiri fundir við myndugleikarnar - landsstýrið, SEV, Landsverk og Jarðfeingi - um at fáa loyvi at hita útvaldar almennar bygningar í høvuðsstaðnum við vindorku. Næsti fundur á skránni verður við landsstýrið mánadagin, sigur Magni Laksáfoss, stjóri í VitOrku, við Dag og Viku. Og gongst sum ætlað, verður avtala gjørd við landsstýrið fyri nýggjár.
Ætlanin snýr seg í fyrstu atløgu um at seta upp vindmyllur á Kirkjubøreyni, sum skulu hita eitt nú Skúlan á Argjahamri, Fíggjarmálaráðið, Landssjúkrahúsið og almennu bygningarnar har, Almannamálaráðið, Ellisheimið, Læraraskúlan, Háskúlan, Vinnuháskúlan og Landsbókasavnið.
Sami kostnaður
VitOrka hevur boðið sær til at hita bygningarnar fyri sama kostnað sum nú - men við grønari orku.
Verður avtala gjørd við landsstýrið, er næsta stig at gera vindkanningar. Vindmyllurnar verða í fyrsta lagi settar upp um tvey ár, væntar Magni Laksáfoss. VindOrka hevur funnið ein týskan samstarvsfelaga, sum hevur samband við útlendsk vindorkufeløg og útlendskar fíggingarstovan og pensjónsgrunnar.
Ætlanin, at eisini føroyingar kunnu keypa partabrøv í felagnum.