Løgfrøðingur: Kári P. Højgaard gjørdi einki ólógligt

bannari
Løgfrøðingur: Kári P. Højgaard gjørdi einki ólógligt
Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, hevur latið løgmanni frágreiðing um rættarligu ábyrgdina hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni
 
08.10.2013 - 08:13

Kári P. Højgaard gjørdi einki ólógligt sum landsstýrismaður, tá hann noktaði at lata onnur sleppa at síggja avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um Eysturoyartunnilin.

Tað sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur og ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, í frágreiðing til løgmann. Frágreiðingin er um rættarligu ábyrgdina hjá Kára P. Højgaard. Málið hevur longu havt politiskar avleiðingar fyri hann. Løgmaður koyrdi hann úr starvinum fyri einum góðum mánað síðani.

Tryggjar sær endurgjald

Um brake-fee avtaluna, sum skal geva CIP eina millión krónur, um landsstýrið ikki undirskrivaði avtaluna um tunnilin fyri 31.august, sigur Sjúrður Rasmussen, at Skálafjarðartunnilin er ein so mikið stór verkætlan, at einki løgið er í tí, at annar parturin tryggjar sær ávíst endurgjald, spyrst einki burtur úr tingingunum fyri ein ávísan dag.

SÍ EISINI Eysturoyartunnilin: Her er frágreiðingin um rættarligu ábyrgdina

Men landsstýrismaðurin hevði skyldu til at fáa milliónina aftur frá tí, sum fær einkarrættin at gera tunnilin. Milliónin er sum skilst ikki goldin, men eingin vil siga nakað um hana, hvørki Fíggjarmálaráðið ella CIP.

Tagnarskyldan

Um tagnarskylduna sigur Sjúrður Rasmussen, at tað skilst, at allar umsóknir um innlit í málið eru viðgjørdar vísandi til reglurnar í innlitislógini og ikki vísandi til avtaluna við CIP. Her er tí einki, sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur borið seg at ólógliga.

Sjúrður Rasmussen tekur ikki beinleiðis støðu til, um Kári P. Højgaard hevur dult upplýsingar fyri tinginum, sum hava stóran týdning fyri løgtingið. Sjúrður Rasmussen sigur, at frágreiðing hansara er ikki, og hon letst heldur ikki at vera óheft. Hann leggur eisini dent á, at frágreiðingin er ikki ein dómur og ei heldur nøkur rættarlig vissa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652