Fyrsta skotið til skúladepilin latið av

Fyrsta skotið til skúladepilin latið av
Skúladepilin í Marknagili, sum fer at hýsa 1300 næmingum, skal eftir ætlan verða liðugur við skúlaársbyrjan í 2016
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vant og trýsti á knøttin, ið loysti fyrsta skotið til skúladepilin í Marknagili av. Mynd: Landsverk
 
03.07.2013 - 14:15
Fyrsta skotið er nú latið av fyri skúladeplinum í Marknagili. 
 
Hálvan apríl setti landsstýrismaðurin í mentamálum hakan í fyri byggingini av nýggja skúladeplinum við Marknagil. Fyrstu arbeiðstakarasáttmálarnir eru undirskrivaðir, og grivið er omanav.
 
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vant og trýsti á knøttin, ið loysti fyrsta skotið av. 
 
 
515 mió. kr og 1300 næmingar
 
Seinastu tvær vikurnar hava maskinur grivið oman av grundøkinum við Marknagil, har nógv umrøddi miðnámsskúlin skal byggjast. Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum Studentaskúla, Handilsskúla og Tekniska Skúla. 
 
Tað er TG Verk, ið hevur arbeiðstøkuna av jørð, kloakk, beton og stáli um hendi, men sum hevur veitt jørð- og kloakkarbeiðið víðari út til J&K Petersen. 
 
Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109