Túsundtals bøndur mótmæla í Berlin

Túsundtals bøndur mótmæla í Berlin
Týska løgreglan sigur, at ikki er koyrandi á vegum nærindis Brandenburger Tor. 
Umleið 3.000 traktorar og 2.000 lastbilar eru við í mælisgonguni við Brandenburger Tor.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.01.2024 - 13:23

Týskir bøndur eru farnir til Berlin at mótmæla ætlanunum hjá týsku stjórnini um at skerja stuðulin til landbúnaðin.

Umleið 3.000 traktorar og 2.000 lastbilar eru við í mælisgonguni.

Týska løgreglan sigur, at ikki er koyrandi á vegum nærindis Brandenburger Tor. 

Bøndurnir krevja, at stjórnin sleppir ætlanunum. 

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Størsta ósemjan er um avgjøld á diesel til landbúnaðin.

Stjórnin hevur longu strikað fleiri av skerjingunum, men landbúnaðarfelagsskapurin, DBV, heldur, at allar skerjingarnar skulu strikast.

- Bøndur fara at doyggja út sum vinna, sigur ein bóndi við Reuters-tíðindastovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946