Norwegian eigur nú Widerøe

Norwegian eigur nú Widerøe
Keypspeningurin er 744 milliónir kr. í okkara peningi, og Widerøe verður framvegis rikið sum sjálvstøðugt flogfelag
Widerøe flýgur eisini til Føroya, og tekur flúgvingina uppaftur í summar. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)
 
15.01.2024 - 08:29

Norska lágprísflogfelagið Norwegian eigur nú einsamalt flogfelagið Widerøe.

Keypið er endaliga avgreitt, og prísurin er ein milliard og 125 milliónir norskar krónur.

Tað svarar til 744 milliónir krónur í okkara peningi. Men upphæddin verður tillagað og endaliga ásett seinni, skrivar felagið í fráboðan til norska keypsskálan í dag.

Norwegian kunngjørdi í juli í fjør, at tað hevði gjørt avtalu um at keypa Widerøe.

Norska kappingareftirlitið góðkendi handilin í desember.

Æltanin er, at Widerøe framhaldandi skal verða sjálvstøðugt flogfelag við egnari merkivøru, umsiting og við høvuðsskrivstovu í Bodø.

Widerø hevur eisini flogið til Føroya, og tekur flúgvingina uppaftur í summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF