Floksfelagar finnast at Vermund

Floksfelagar finnast at Vermund
Fleiri limir í baklandinum hjá danska flokkinum, Nýggju borgarligu, venda sær nú móti forkvinnuni í flokkinum, Pernille Vermund, sum ætlar at avtaka flokkin.
 
13.01.2024 - 11:18

Nógvir limir vilja hava flokkin at halda fram.

Danska kringvarpið hevur ringt til allar 56 formennirnar fyri lokalfeløgini hjá flokkinum, og fingið orðið á 48 teirra. 

Av teimum taka 16 ikki undir við, at flokkurin verður avtikin. Einans níggju taka undir við støðutakanini hjá Pernille Vermund, meðan 23 ikki hava tikið støðu ella vilja siga nakað.

Meginparturin av teimum fara at gera sína støðu upp komandi vikurnar, tá teir hava hildið fund í nevndunum fyri lokalu feløgini, meðan fleiri siga, at teir hella til, at nýggi borgarligi flokkurin heldur fram.

Ein av teimum, sum vil hava flokkin at halda fram, er formaðurin fyri í lokalfelagið í Faxe, René Nielsen. 

- Eg haldi, at Pernille hevur svikið sítt bakland og flokkin sum heild. Hetta er ein døpur støða, og eg eri í øðini, tí hetta er ikki nakað, hon lovaði, sigur René Nielsen við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946