Markið stongt til 11. februar

Markið stongt til 11. februar
Finnland stongdi marknaliðini við ársenda í fjør, tí óvanliga nógvir tilflytarar komu til Finnlands úr Russlandi
 
11.01.2024 - 14:51

Markið millum Finnland og Russland verður stongt til tann 11. februar.

Tað veit Reuters-tíðindastovan at siga frá finska innanríkisráðnum.

Finnland stongdi marknaliðini við ársenda í fjør, tí óvanliga nógvir tilflytarar komu til Finnlands úr Russlandi.

Tá segði finska stjórnin, at brádligi tilflytarastreymurin var at rokna sum ein atsókn frá Russlandi, men hesar ákærur hevur Russland víst aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946