Tórshavnar kommuna søkir eftir trivnaðarstjóra

Tórshavnar kommuna søkir eftir trivnaðarstjóra
Umsóknarfreistin er 22. januar
Trivnaðarstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av millum øðrum dagstovnaøkinum, skúlamálum, barnavernd og mentanarøkinum. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
10.01.2024 - 15:44

Tórshavnar kommuna søkir nú eftir trivnaðarstjóra. 

Trivnaðarstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av millum øðrum dagstovnaøkinum, skúlamálum, barnavernd og mentanarøkinum.

Fakligu førleikarnir til umsøkjaran eru m.a. viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útbúgving, og viðkomandi leiðsluroyndir og evni at leiða saman við øðrum og gjøgnum aðrar leiðarar.

Starvið er lønt sambært 38.lønarflokki í lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins umframt 15% í eftirløn. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. januar klokkan 23.

Jóan Petur Hentze hevur verið trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu seinastu árini.

Nú hevur hann tikið við starvi sum kommunustjóri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF