Boeing lovar fult gjøgnumskygni

Boeing lovar fult gjøgnumskygni
Forstjórin á flogverksmiðjuni sigur, at hann hevur fult álit á nevndini, sum kannar, hví hol kom á skrokkin á einum Boeing 737 Max 9-flogfari
Nú verður kannað, hví holm kom á skrokkin á Boeing-flogfarinum hjá Alaska Airlines.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.01.2024 - 10:44

Forstjórin á amerikonsku flogverksmiðjuni Boeing, Dave Calhoun, lovar fullkomið gjøgnumskygni í sambandi við kanningarnar, sum eru settar í verk fyri at fáa staðfest, hví hol kom á skrokkin á Boeing 737 Max 9-flogfarinum hjá Alaska Airlines, stutt eftir at tað var farið á flog fríggjadagin. 

Calhoun segði á fundi við starvsfólkini, at talan er um eitt mistak hjá flogverksmiðjuni. 

Forstjórin segði, at hann hevur fult álit á úrslitinum hjá trygdarflutningsnevndini, Tansportation Security Committe, sum í løtuni kannar málið.

 

Hurðin við neyðdyrnar á flogfarinum var funnin í einum garði. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eitt lás, sum stongir neyðdyr, loysnaði, soleiðis at stórt hol kom í Max-skrokkin.

Trygdarnevndin sigur, at hurðin stóð ikki rætt í. 

Amerikanski flogferðslumyndugleikin hevur tí givið 171 flogførum forboð at flúgva.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946