Kanning: Meira enn helmingurin tekur undir við fosturtøku

Kanning: Meira enn helmingurin tekur undir við fosturtøku
Góð 54 prosent av teimum spurdu eru fyri, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12 viku av viðgongutíðini
Góð 54 prosent av teimum spurdu svara ja til tann spurningin, meðan 34 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við hesum. 
 
09.01.2024 - 16:00

Meir enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12. viku av viðgongutíðini.

Tað vísir ein spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag.

Góð 54 prosent av teimum spurdu svara ja til tann spurningin, meðan 34 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við hesum. 

Góð 11 prosent siga seg ikki vita.

 

 

60 prosent av kvinnunum

Tá svarini eru býtt á kyn, er munurin enn greiðari.

Sløk 60 prosent av kvinnum siga seg taka undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku. Góð 30 prosent av kvinnum svara nei.

Munurin er ikki eins greiður millum menn. 50 prosent svara ja, meðan 37 prosent svara nei.

Tá svarini eru býtt á aldursbólkar, eru tað tey, sum eru millum 45-59 ár, sum flest taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

Góð 60 prosent svara ja til spurningin, umleið 32 prosent svara nei.

Millum tey í burðarførum aldri er tað umleið ein triðingur, sum er ímóti.

55 prosent av teimum 18-29 ára gomlu siga ja. Minsti munurin er millum tey 30 til 44 ára gomlu. Góð 49 prosent av teimum siga ja, meðan knapt 37 prosent siga nei.

500 fólk vóru spurd.

 

 

Nýggj lóg á veg

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevði í gjár tíðindafund, har hann legði fram uppskot um nýggja fosturtøkulóg.

Sambært uppskotinum, skulu kvinnur sjálvar kunna gera av, um tær vilja hava fosturtøku til og við 12. viku.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18 og í Degi og viku klokkan 19. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114