Kirkjuráðið undrast á nýggja staðseting

Kirkjuráðið undrast á nýggja staðseting
Málið er avgreitt, og bíðað verður bara eftir endaliga byggiloyvinum, sigur Rúni Hentze, kirkjuráðsformaður
Uppskot um nýggja staðseting til nýggju kirkjuna á Argjum er á hesi trøðni.
 
08.01.2024 - 12:53

Kirkjuráðið á Argjum undrast á, at uppskot um nýggja staðseting fyri Argja kirkju nú kemur undan kavi.

- Málið er langt síðani avgreitt. Vit bíða eftir endaliga byggiloyvinum, sum fyrisitingarliga varð avgreitt fyri sjey mánaðum síðani, sigur Rúni Hentze, kirkjuráðsformaður.

Rúni Hentze, kirkjuráðsformaður, vísir á, at Tórshavnar Kommuna eigur ikki privatu trøðna, sum nú verður víst til.

Kirkjan, sum kirjuráðið hevur fingið teknað til økið við Sandá, kann ikki bara flytast á aðra staðseting. Og so er tað kommunan sjálv, sum hevur víst kirkjuráðnum á júst økið við Sandá, sum kirkjuráðið síðani hevur keypt og gjørt allar fyrireikingar til nýggju kirkjuna út frá:

 

08012024_Runi_Hentze

 

Tað er á hesum økinum við Sandá, at ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum. Mynd: Koma.fo

 

Skal avgreiðast

Málið um Argja kirkju skal avgreiðast nú.

Tað lovar Heðin Mortensen borgarstjóri, sum arbeiðir við trimum møguleikum.

- Men málið er blivið politiskt, og tí skal býráðið taka endaliga støðu til tað, sigur Heðin Mortensen:

 

08012023_Hedin_um_kirkju

 

Nýggja kirkjan á Argjum, sæð úr nýggju staðsetingini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114