Vestmanna hevur kulfaktor 3,6

Vestmanna hevur kulfaktor 3,6
Ein Spyr.fo spurnakanning, ið er gjørd fyri Kulfaktor Føroya, vísir, at Vestmanna hevur kulfaktor 3,6. Men hvat heldur tú? Hvussu kul er Vestmanna?
Flestir føroyingar seta ítrótt í samband við Vestmanna. Einki av spurdu yvirskriftinum er næst á listanum, ið ber vitnisburð um, at Vestmanna manglar at marknaðarføra seg á onkrum ávísum øki
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
08.01.2024 - 10:35

500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul Vestmanna er á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?

Úrslitið gjørdist, at Vestmanna hevur ein kulfaktor upp á 3,6, sum er lægsti miðal-kulfaktorur, ið higartil er givin. 

Hvør er kul-faktorurin hjá Vestmanna? Øll Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 13,00 % 9,32 % 16,29 %
2 8,80 % 11,02 % 6,82 %
3 13,20 % 14,83 % 11,74 %
4 14,80 % 11,86 % 17,42 %
5 17,40 % 16,10 % 18,56 %
6 8,40 % 6,78 % 9,85 %
7 5,60 % 5,51 % 5,68 %
8 3,60 % 3,39 % 3,79 %
9 0,80 % 0,85 % 0,76 %
10 - sera kul 1,80 % 1,27 % 2,27 %
Veit ikki 12,60 % 19,07 % 6,82 %

 

Føroyingar seta Vestmanna í samband við ítrótt

Í spurnakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Vestmanna.

Flestir føroyingar seta ítrótt í samband við Vestmanna. Einki av spurdu yvirskriftinum er næst á listanum, ið ber vitnisburð um, at Vestmanna manglar at marknaðarføra seg á onkrum ávísum øki. Umhvørvi og grøn øki er nummar trý á listanum. 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Vestmanna? Øll Kvinnur Menn
Ítrótt 42,20 % 44,07 % 40,53 %
Einki av hesum 34,40 % 34,75 % 34,09 %
Umhvørvi og grøn øki 21,60 % 22,46 % 20,83 %
Vinnulív 14,40 % 10,59 % 17,80 %
Mentan og list 11,60 % 10,17 % 12,88 %
Størri tiltøk 7,80 % 8,47 % 7,20 %
Fornminni 6,60 % 8,47 % 4,92 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 6,20 % 7,63 % 4,92 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 4,40 % 6,36 % 2,65 %
Góð byggilist 2,60 % 2,12 % 3,03 %
Fjølbroytt úrval av handlum 1,00 % 1,27 % 0,76 %

 

Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Vestmanna?

At vera kul (cool) kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd – stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

 

Loading Poll...

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05
 

Í morgin, týsdagin 9. januar, verður síðsta Kulfaktor Føroya sendingin í hesum umfari send. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050