- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni ferðsla í undirsjóvartunlunum
Minni ferðsla í undirsjóvartunlunum
Í Sandoyartunlinum, sum læt upp 21.desember, var miðalferðslan um samdøgrið 2.200 bilar
04.01.2024 - 08:29
Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum var minni í desember, enn hon var í november.
Og hon var eisini minni í hinum undirsjóvartunlunum.
Í desember var miðalferðslan í Eysturoyartunlinum 5.794 bilar. Hon var 5.952 bilar í november.
Bara einaferð hevur ferðslan har verið størri. Tað var í juni fjør, tá hon var 5.969 bilar.
Sandoyartunnilin læt upp fyri almennari ferðslu 21. desember.
Í Norðoyatunlinum vóru 415 færri akfør í desember enn í november.
Og í Vágatunlinum vóru 233 færri.
Í Sandoyartunlinum, sum læt upp 21.desember, var miðalferðslan um samdøgrið 2.200 bilar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV