Brimil sigldi fyri tyrluna

Brimil sigldi fyri tyrluna
Brimil mátti fríggjakvøldið flyta ein sjúkling av Tvøroyri til Havnar, tí hvørgin var tyrlunum hjá Atlantsflogi var tøk í vikuni
Brimil varð fyrradagin nýttur at sigla sjúkling av Trøroyri til Havnar, tí at eingin tyrla var tøk til uppgávuna.
 
25.01.2025 - 18:20

Fyrrakvøldið komu boð frá Suðuroyar Sjúkrahúsi, at tørvur var at flyta ein sjúkling av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið.

Av tí at hvørgin av tyrlunum var tøk til neyðsynjaruppgávur, varð Brimil nýttur.

Tað upplýsir Vørn.

Tilbúgvingin kendi til støðuna við tyrlunum, og varð Brimil tí lagdur á Tvøroyri, og tað kom væl við hetta kvøldið, tá ið ein sjúklingur í skundi skuldi til Havnar. 

Hvørgin av tyrlunum var tøk, tí at onnur var til viðlíkahald, meðan hin hevði fingið eitt brek. Avtalað er annars við Atantic Airways, at ein tyrla altíð, 365 dagar um árið og 24 tímar um samdøgrið, skal vera tøk í tilbúgvingini til neyðsynjarørindi. 

Tað, at eingin tyrla var tøk tveir dagar í vikuni, varð viðgjørt í tíðindasendingini fríggjakvøldið. Har kom fram, at myndugleikin, tá hann fekk at vita, at hvørgin tyrla var tøk, hevði gjørt av at leggja Brimil á Tvøroyri, fyri at tryggja, at ein farvegur var til Havnar, um tørvur var á tí.

Í tí innslagnum segði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at tað var óheppið, at eingin tyrla var tøk í tveir dagar.

KvF tosaði eisini við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, og sambært henni er hetta aðru ella triðju ferð í tey níggju árini, at hon hevur verið stjóri, at eingin tyrla hevur verið tøk.

- Men tá hevur tað bert verið í nakrar fáar tímar ella upp í eitt samdøgur, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, við KvF fríggjadagin.

 

Tað ber annars til at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindasendingini fríggjakvøldið, her.

1722243

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF