Eldur í bili í Leirvíkarbergholinum

Eldur í bili í Leirvíkarbergholinum
Bilurin stendur miðskeiðis inni í bergholinum
Roykur frá eldinum í bilinum, sum stendur inni í Leirvíkarbergholinum.
 
28.01.2025 - 12:58

(Dagføring)

Nú er koyrandi aftur. Tunnilin læt uppaftur klokkan 13.35

Ikki er koyrandi gjøgnum Leivíksbergholið í løtuni. Um middagsleitið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur er í einum bili. 

Bilurin stendur miðskeiðis inni í bergholinum.

Sløkkiliðið er komið á staðið.

Jóannes Østerø, vaktleiðari á løgreglustøðini, greiddi soleiðis frá í útvarpstíðindunum á middegi:

 

28012025_Leirvikartunnil

 

Tekniski leiðarin í Eysturkommunu, Jógvan Júst Olsen, sigur, at gamli Leirvíkarvegurin er opin, men hann mælir fólki frá at koyra farleiðina, tí nógv áarlop hava verið seinastu tíðina, og vegurin er illa farin av tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008