Serfrøðingur: Takið ikki DeepSeek niður á telefonina

Serfrøðingur: Takið ikki DeepSeek niður á telefonina
Kina brúkar hetta vitlíkið til njósning, sigur Gunnleygur Clementsen á Tøknitænastuni
DeepSeek er kinesiska svarið upp á vitlíkistænastur sum t.d. ChatGPT
 
28.01.2025 - 13:23

Nýggja kinesiska vitlíkið DeepSeek skelkaði marknaðin, tá tað kom fram fyri einari viku síðani, og er longu farið fram um ChatGPT á Appstore.

Ein føroyskur serfrøðingur í vitlíki mælir frá at taka DeepSeek niður á telefonina.

Gunnleygur Clementsen á Tøknitænastuni sigur, at Kina brúkar hetta vitlíkið til njósning, og tí er tað ótrygt.  

DeepSeek er kinesiska svarið upp á vitlíkistænastur so sum ChatGPT, og tað serliga við DeepSeek er, at tað hevur verið ógvuliga bíligt at menna. So bíligt, at partabrævið hjá amerikanska tøknirisanum Nvidia minkaði 17 prosent í virði í gjáramorgunin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28012025_Deep_Seek

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835