Jarðskjálvti í Japan kravt 48 mannalív

Jarðskjálvti í Japan kravt 48 mannalív
Nógvir bygningar í havnabýnum, Wajima, eru rapaðir, og flóðaldur hava rakt partar av økinum
Nógvir bygningar í havnabýnum, Wajima, eru rapaðir og flóðaldur hava rakt partar av økinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.01.2024 - 08:22

Jarðskjálvtin, sum rakti Japan í gjár, hevur kravt í minsta lagi 48 mannalív higartil.

Tað sigur japanska sjónvarpsrásin, NHK.

Stjórnin sigur, at hermenn eru sendir til tey raktu økini fyri at hjálpa tl við bjargingar- og uppruddingararbeiðnum.

Jarðskjálvtin var mátaður til 7,6 á Richterstiganum.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eisini flóðaldur

Nógvir bygningar í havnabýnum, Wajima, eru rapaðir, og flóðaldur hava rakt partar av økinum.

Wajima er á japansku hálvoynni Noto.

Myndugleikarnir hava ikki fingið fullkomið yvirlit yvir støðuna, og tí er torført at siga, hvussu ógvisligir skaðarnir av jarðskálvtanum eru, sigur forsætisráðharrin, Fumio Kishida.

Hann ger tó greitt, at okkurt um 30.000 húski hava ongan streym, og at nærum 100.000 fólk eru biðin um at fara úr økinum.

Stórir vegir hava eisini fingið skaða, og sambært Reuters ávirkar tað bjargingararbeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947