- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldáseting í Landsrættin
Eldáseting í Landsrættin
Málið um eldásetingina á Stykkinum í 2021 er farið í Eystara landsrætt
29.12.2023 - 09:30
Málið um eldásetingina á Stykkinum í 2021 er farið í Landsrættin.
Maðurin, sum er dømdur hálvt annað árs treytaleysa fongsulsrevsing, hevur appellerað tann partin av málinum, har hann er dømdur fyri at hava sett eld í ein bil.
Har krevur hann frídøming.
Hann krevur eisini linari dóm yvirhøvur.
Ákæruvaldið hevur appellerað dómin hjá hinum manninum, sum var ákærdur fyri eldásetingina á Stykkinum.
Hann var frídømdur í Føroya rættti fyri ta ákæruna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV