- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ár og níggju mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at lokka
Fyrst dómurin er nú fallin í stóra lokkingarmálinum, sum var fyri í Føroya rætti í dag.
Tilsamans 16 børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi á sosialum miðlum.
Ein 58 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag dømdur eitt ár og níggju mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Segði seg vera 14 ár
Sambært ákæruritinum, so var 58 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava nýtt sosiala miðilin Snapchat til at fáa samband við børn, og síðani við appini Xrecorder at hava upptikið og goymt myndirnar uttan samtykki.
Maðurin hevur sagt seg vera ein ungan mann, í summum førum 14 ár, og fingið børnini at sent sær ósømiligar myndir av teimum.
Sambært ákæruvaldinum var málið í dag eitt játtanarmál. Tað vil siga, at maðurin hevur játtað seg sekan.
Ingi Midjord er ákæri í lokkingarmálinum:
Sambært Inga Midjord, ákæra, so vóru 427 upptøkur partur av málinum, og 318 av teimum vóru mettar at vera barnaporno.
Níggju av hesum upptøkum eru eisini send víðari til onnur.
Tveir aðrir menn handtiknir
Løgreglan hevur eisini handtikið tveir aðrar menn í sambandi við kanningararbeiðið og skuldsett teir fyri kynsligan ágang móti børnum.
Annar varð handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann var á veg til Føroya at hitta eitt av børnunum, sum hann hevði havt samband við á sosialu miðlunum.
Av tí at maðurin býr í Dammark, varð tað málið latið politinum í Danmark til víðari kanningar.
Hin maðurin vísti seg ikki at vera partur av sjálvum lokkingarmálinum, men kanningararbeiðið hjá løgregluni avdúkaði, at hann í fleiri førum hevði havt samlegu við eitt barn, sum tá var undir 15 ár. Sambandið við barnið byrjaði eisini á sosialu miðlunum.
Hetta málið varð kannað fyri seg, og dómur fall í Føroya Rætti 4. september í ár, - maðurin varð dømdur sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Málið er kært til Eystara Landsrætt.