- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan hevur ikki pengar til sálarfrøðingar og sosialráðgevar
Løgreglan hevur ikki pengar til sálarfrøðingar og sosialráðgevar
Løgreglan í Føroyum hevur ikki serfrøðingatoymi til at viðgera mál um harðskap í nærsambandinum, neyðtøku, tráelting og brotsgerðir, sum hava samband við heiður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
18.12.2023 - 14:49
Í svar til Sjúrð Skaale, fólatingsmann, sigur Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, at løgreglan í Føroyum hevur ikki serfrøðingatoymi til at viðgera mál um harðskap í nærsambandinum, neyðtøku, tráelting og brotsgerðir, sum hava samband við heiður.
Løgreglan hevur ikki pengar til sálarfrøðingar og sosialráðgevar ella onnur fakfólk, sigur ráðharrin.
Men arbeitt verður støðugt við málinum og at brúka teir pengar, politiið hevur, sum skilabest.
Í februar og mars í fjør fingu fólk hjá løgregluni í Føroyum undirvísing í at viðgera traumatisk mál.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV