- Tíðindi, mentan og ítróttur
58 ára gamal maður ákærdur í stóra lokkingarmálinum
Stóra málið um lokking har tilsamans 16 børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi er í løtuni fyri í Føroya Rætti.
Sambært ákæruritinum er ákærdi ein 58 ára gamal maður, sum hevur nýtt sosiala miðilin Snapchat til at seta seg í samband við børn og síðani við appini Xrecorder upptikið og goymt myndirnar uttan samtykki.
Sambært ákæruritinum hevur maðurin á sosiala miðlinum sagt seg vera ein ungan mann, í summum førum 14 ár, og fingið børnini at sent sær ósømiligar myndir av teimum.
Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3.
Tveir aðrir menn skuldsettir
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani 22. juni í ár.
Politiið hevur eisini handtikið tveir aðrar menn í sambandi við kanningararbeiðið og skuldsett teir fyri kynsligan ágang móti børnum.
Annar teirra varð handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann var ávegis til Føroya at hitta eitt av børnunum, sum hann hevði havt samband við á sosialu miðlunum.
Av tí at maðurin býr í Dammark, varð tað málið latið politinum í Danmark til víðari kanningar.
Samlegu við barn undir 15 ár
Tann triði maðurin vísti seg ikki at vera partur av sjálvum lokkingarmálinum, men kanningararbeiðið hjá politinum avdúkaði, at hann í fleiri førum hevði havt samlegu við eitt barn, sum tá var undir 15 ár.
Sambandið við tað barnið byrjaði eisini á sosialu miðlunum.
Hetta málið varð kannað fyri seg, og dómur fall í Føroya Rætti tann 4. september í ár, har maðurin varð dømdur sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Málið er kært til Eystara Landsrætt.
Maðurin, sum í dag er í Føroya Rætti, hevur játtað seg sekan í flestu ákærunum.