- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt lokkingarmálið í rættinum í dag
Stóra lokkingarmálið (groomingmálið), har 16 børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi, er fyri Føroya Rætt í dag.
Tað sigur politiið í tíðindaskrivi.
Sambært politinum, so er ágangurin framdur á fleiri sosialum miðlum, serliga á Snapchat, men eisini Tiktok og F3.
Sitið í varðhaldi síðani 22. juni
Ein maður hevur sitið varðhaldsfongslaður í málinum síðani 22. juni í ár.
Í samband við kanningararbeiði hevur politiið eisini handtikið og skuldsett tveir aðrar menn fyri kynsligan ágang móti børnum.
Annar teirra varð handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann var ávegi til Føroya at hitta eitt av børnunum, sum hann hevði havt samband við á sosialu miðlunum, sigur Politiið.
Av tí at maðurin býr í Danmark, varð tað málið latið politinnum í Danmark til víðari kanningar.
Samlegu við barn undir 15 ár
Triði maðurin vísti seg ikki at vera partur av sjálvum groomingmálinum, men kanningararbeiði hjá politinum avdúkaði, at hann í fleiri førum hevði havt samlegu við barn, sum tá var undir 15 ár.
Sambandið við tað barnið byrjaði eisini á sosialu miðlunum.
Hetta málið varð kannað fyri seg, og Føroya rættur dømdi í september mannin til sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, sum maðurin tó hevur kært til Eystara landsrætt, sigur politiið.