16 neyðtøkumál higartil í ár

16 neyðtøkumál higartil í ár
Higartil í ár eru sjey dómar sagdir í neyðtøkumálum í Føroyum, boðar danski løgmálaráðharrin frá í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin
11 eru dømdir fyri neyðtøku frá 2014 til 2022.
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.12.2023 - 10:18

Sjey dómar eru sagdir í neyðtøkumálum í Føroyum higartil í ár.

Tveir dómar eru partvíst treytaðir.

Ein frídøming er.

Í fimm málum var eingin ákæra reist.

 

16 neyðtøkumál

16 neyðtøkumál hava verið í Føroyum higartil ár.

Árini 2014 til 2022 eru 28 neyðtøkumál í Føroyum endað uttan ákæru.

Í átta málum frá 2014 til 2022 er tann ákærdi frídømdur.

11 eru dømdir fyri neyðtøku hesi árini, frá 2014 til 2022.

 

Sjúrður Skaale spurdi

Tølini eru í svari frá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Ráðharrin svarar eisini, at Løgmálaráðið tosar við politiið í Føroyum, um Føroyar skulu vera við, nú kannað verður, hvussu nøgd fólk, sum hava verið fyri brotsgerðum, eru við politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982