Nýggj kunngerð um burturkast á veg

Nýggj kunngerð um burturkast á veg
Land og kommunur skulu saman gera landsætlan um burturkast og kommunala ætlan um burturkast, sum skulu galda í 10 ár
Verandi kunngerð um burturkast er frá 1995, og ongar broytingar eru gjørdar í henni síðani 2007. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)
 
12.12.2023 - 08:36

Kunngerðin um burturkast er á veg, hon kemur væntandi í februar næsta ár.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Hon sigur, at uppskotið um kunngerð skal gjøgnumgangast og tillagast saman við IRF og KOB í Havn, tá landsætlanin um burturkast er liðug. 

Miðað verður eftir, at hetta verður í januar, og vænandi verður kunngerðin lýst í februar.

 

Skal galda í 10 ár

Ein høvuðstáttur í uppskotinum er, at land og kommunur saman skulu gera landsætlan um burturkast og kommunala ætlan um burturkast, sum skulu galda í 10 ár.

Ingilín D. Strøm sigur, at tá uppskotið um kunngerð var til hoyringar í fjør summar, vístu ummælini, at tørvur var á rættiliga týðandi broytingum í uppskotinum. 

Verandi kunngerð um burturkast er frá 1995.

Ongar broytingar eru gjørdar í henni síðani 2007, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at tá hann var landsstýrismaður, bað hann í februar 2020 Umhvørvisstovuna um at gera uppskot um nýggja kunngerð um burturkast. 

Umhvørvisstovan fekk freist til 1.juni 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450