Arbeiðsmarknaðurin ímóti at hækka pensjónsaldurin

Arbeiðsmarknaðurin ímóti at hækka pensjónsaldurin
Feløgini í Samtaki og Fakfelagssamstarvið, sum umboðar fleiri av stóru feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðin, vil hava landsstýrið at taka uppskotið aftur
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2025 - 09:56

Allur arbeiðsmarknaðurin vendir sær ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.

Í yvirlýsing í biðja feløgini í Samtaki, tað eru arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið, landsstýrið um at taka lógaruppskotið aftur.

Tað sama ger Fakfelagssamstarvið, sum umboðar fleiri av stóru feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Óluva í Gong. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Fíggjarligar avleiðingar

Fakfelagssamstarvið hevur lagt fram útrokningar, sum vísa fíggjarligu avleiðingarnar fyri fólk, um pensjónsaldurin hækkar:

- Tjenar tú 30.000 krónur um mánaðin, 360.000 krónur um árið, rindar tú í meðal 152.000 krónur í skatti, arbeiðsmarknaðaravgjøldum og forskatting av pensjónini. 

- Hækkaður pensjónsaldur merkir eisini, at tú mást bíða longur eftir eftirlønini og pensjónini.

Sambært útrokningini hjá Fakfelagssamstarvinum hevur tann, sum í dag tjenar 30.000 krónur um mánaðin, tað eru 360.000 krónur um árið, rætt til 200.000 krónur í eginpensjón, 92.000 krónur í fólkapensjón og 77.000 krónur frá Samhaldsfasta um árið. Tilsamans 369.000 krónur um árið.

Hetta eru pengar, sum tú ikki fær fatur á, fyrr enn tú verður pensjónistur, sigur Fakfelagssamstarvið. 

 

Sí innslag í Degi og Viku, har samrøður eisini eru við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Jacob Eli S. Olsen, formann í Lærarafelagnum, Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, og Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almanna- og mentamálum:

 

PENSJONSALDUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805