
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki undan at hækka pensjónsaldur, men tað skal gerast rætt

- Eg havi mín langa lista við viðurskiftum, sum vit eiga at hyggja at, til tess at tryggja haldførið í búskapinum. Men eg hugsi tó ikki, vit sleppa undan at hækka pensjónsaldurin. So avbjóðingin er at gera tað rætt, sigur Rutrh Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hon ásannar, at onnur viðurskifti eru, sum eisini skulu broytast, tá ræður um at tryggja haldførið.
Ruth Vang var millum teirra, sum vóru á pallborðsfundinum í gjárkvøldið um ætlanirnar hjá landsstýrinsum at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár:
Beinir Johannesen.
Vit mugu hyggja at, hvat vit kunnu gera við støðuna í dag, tá talan er um haldførið, og ikki bara stara okkum blind at pensjónsaldrinum.
Tað segði Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, eftir pallborðsfundin.
- Onnur viðurskifti eru eisini, sum skulu takast við, sigur hann: