
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forkvinnan í Framsókn: Harmast støðuna, men uppgerðin mátti takast
Forkvinnan í Framsókn: Harmast støðuna, men uppgerðin mátti takast
Sólvit Nolsø er farin frá sum formaður í tingbólkinum hjá Framsókn, og hann stillar ikki uppaftur

Ruth Vang er forkvinna í Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.04.2025 - 13:30
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, harmast um, at Sòlvit Nolsøe ætlar sær úr Framsókn og úr politikki.
Hon staðfestir samstundis, at talan er um eina uppgerð, sum skuldi takast fyrr ella seinni.
Sólvit Nolsø. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Í gjár gjørdist greitt, at Sólvit Nolsø tekur seg aftur sum tingbólkaformaður, og Karlot Hergeirsson tók við.
Sólvit Nolsø segði í samrøðu við útvarpið seinnapartin í gjár, at hann fer ikki at stilla uppaftur, og at orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.
Árni Gregersen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Árna Gregersen, viðmerkjara, sum var gestur í útvarpsstovuni:
09042025_Ruth_um_Solvit
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV