Harðari revsing fyri at brúka telefon í bili

Harðari revsing fyri at brúka telefon í bili
Klipp og størri sekt fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður
Rennihjól koma nú í ferðslulógina. Tey vera forboðin á almennum vegi.
 
09.12.2023 - 09:41

Klipp og størri sekt fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður.

Sektin skal fara úr 1000 krónum upp í 1500 krónur.

Tað er ein broyting í ferðslulógini, sum er á veg í løgtingið.

Uppskotið er sent til hoyringar.

Null-hugsjónin

Í 2006 samtykti løgtingið, at null-hugsjónin skal í ferðslulógina. 

Null-hugsjónin er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

Seinastu árini hevur gáloysni verið ein afturvendandi trupulleiki í ferðsluni, sigur Samferðslumálaráðið. 

Nú koma rúsevni aftrat rúsdrekka í ferðslulógina, tá ræður um revsingina at missa koyrikortið treytaleyst.

Og tað verður forboðið at brúka lítil motordrivin akfør, sum til dømis rennihjól, á økjum, sum ferðslulógin umfatar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982