Nólsoy hevur kulfaktor 5,1

Nólsoy hevur kulfaktor 5,1
Ein Spyr.fo spurnakanning, ið er gjørd fyri Kulfaktor Føroya, vísir, at Nólsoy hevur kulfaktor 5,1. Men hvat heldur tú? Hvussu kul er Nólsoy?
Á einum stiga frá 1 til 10, so fær Nólsoy í meðal 5,1 í kulfaktori frá føroyingum
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
06.12.2023 - 09:39

500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul er Nólsoy á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?

 

"Nólsoy kann lýsast sum tað staðið, har ið markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur."
Maud Wang Hansen, nólsoyingur

 

Úrslitið gjørdist, at Nólsoy hevur í meðal ein kulfaktor upp á 5,1

 

Hvør er kulfaktorurin hjá Nólsoy? Øll Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 7,40 % 5,51 % 9,09 %
2 4,80 % 4,24 % 5,30 %
3 6,20 % 7,63 % 4,92 %
4 9,20 % 8,05 % 10,23 %
5 13,60 % 13,56 % 13,64 %
6 8,20 % 11,02 % 5,68 %
7 12,80 % 11,02 % 14,39 %
8 12,20 % 12,29 % 12,12 %
9 5,00 % 3,39 % 6,44 %
10 - sera kul 8,80 % 8,90 % 8,71 %
Veit ikki 11,80 % 14,41 % 9,47 %
*At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

 

Føroyingar seta Nólsoy í samband við handilslívið

Í spurnakanningini spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Nólsoy.

 

"Ein orsøk til tey mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúm í Nólsoy er heilt sikkurt tí at bilurin ikki hevur verið herúti so leingi."
Nina Arge, arkitektur

 

Flestir føroyingar seta umhvørvi og grøn øki í samband við Nólsoy. Næst á listanum er býarlív, harundir kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt. Meðan mentan og list er tað triðja á listanum, ið føroyingar samantvinna við Nólsoy. 

 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Nólsoy? Øll Kvinnur Menn
Umhvørvi og grøn øki 39,40 % 40,68 % 38,26 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 32,60 % 28,39 % 36,36 %
Mentan og list 28,20 % 22,88 % 32,95 %
Einki av hesum 24,20 % 26,69 % 21,97 %
Størri tiltøk 13,00 % 11,02 % 14,77 %
Fornminni 11,40 % 11,02 % 11,74 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 2,80 % 3,39 % 2,27 %
Góð byggilist 1,40 % 0,85 % 1,89 %
Vinnulív 1,00 % 1,69 % 0,38 %
Fjølbroytt úrval av handlum 0,80 % 0,42 % 1,14 %
Ítrótt 0,20 % 0,00 % 0,38 %

 

 

"Hóast Nólsoy er ein forstaður til Havnina, so hevur hon varðveitt bygdalívsinntrykkið."
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

 

Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Nólsoy?

At vera kul kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd – stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

 

Loading Poll...

 

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155