Landsroyndirnar vera óbroyttar

Landsroyndirnar vera óbroyttar
Arbeiðið at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum verður framvegis endurskoðað, sigur landsstýrismaður
Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í løgtinginum beint eftir ársskiftið, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 12:49

- Landsroyndirnar verða ikki broyttar í hesum skúlaárinum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðið, við Skúlablaðið.

Hann sigur, at arbeiðið við at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum er ikki komið so langt enn, men verður framvegis fyrireikað í fyrisitingini.

- Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í løgtinginum beint eftir ársskiftið. Tað er út frá áliti, sum er skrivað um møguligar broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað í mai í ár. Við grundarlagi í hesum verða ætlandi fleiri broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini, sigur Djóni Nolsøe Joensen, við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114