- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjorðingurin av ruskinum verður endurnýttur

IRF hevði 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør.
Tað eru 3,8 mió. kr. meira enn í 2023.
IRF tók 36.113 tons av burturkasti í fjør, 0,6 prosent meira enn í 2023.
63,6 prosent vóru brend, 24 prosent fóru til endurvinningar, og 12,3 prosent vóru tyrvd.
Í fjør vóru tølini ávikavist 64,1, 25,3 og 10,5 prosent.
IRF sigur tað vera neyðugt at hava øll hagtøl um burturkast savnað fyri at fáa staðfest, hvussu nógv verður brent, hvussu nógv endurvunnið og, hvussu nógv verður tyrvt.
Panthøllin hjá IRF í Sandavági verður liðug 30. mars næsta ár.
Og í fyrru helvt av 2026 verður nýggja pantskipanin virkin.
Tá verður ein pantskipan í staðin fyri 12, sum nú eru.
Nýggj nevnd
Á aðalfundinum hjá IRF, sum var týsdagin. var nýggj nevnd vald.
Í henni eru Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Atli Fróði Johansen, Frank Müller, Gunnvá S. á Lofti, Davia Nicolajsen og Alvi Mortensen.
Gunnvá S. á Lofti er nú forkvinna og Alvi Mortensen næstformaður.
Alvi Mortensen er einasti nevndarlimur, sum eisini var í gomlu nevndini.