- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stolin bilur komin afturíaftur
Stolin bilur komin afturíaftur
Tann, sum eigur bilin, er skuldsettur fyri ikki at síggja til, at bilurin ikki kundi stjalast
17.11.2023 - 08:19
Bilurin, sum var stolin í Havn hósnáttina, er komin afturíaftur.
Hann var funnin stutt frá staðnum, har hann var tikin.
Bilurin var óskaddur.
Politiið veit ikki, hvør tók bilin. Men tann, sum eigur bilin, er skuldsettur fyri ikki at síggja til, at bilurin ikki kundi stjalast.
Tey, sum eiga bil, eiga at læsa bilin, og ikki lata lykilin vera í bilinum, tá tey fara frá honum.
Sólin blendaði
Tá sólin stendur lágt sum í hesum døgmu, kann hon vera til ampa fyri ferðsluna.
Í gjáramorgunin koyrdi ein bilur á ein parkeraðan trailara.
Tað var i Suðuroynni. Tann, sum koyrdi, segði, at sólin blendaði hann.
Eingin fólkaskaði var í óhappinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV