Talgildur bíðilisti til barnaansing í Havn

Talgildur bíðilisti til barnaansing í Havn
Nýggja skipanin fer at gera. at størri sannlíkindi eru at fáa ansingarpláss, sigur Tórshavnar kommuna
Dagstovnar í Havn fara nú at taka børn inn fýra ferðir um árið. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
17.11.2023 - 08:07

Seinnapartin í dag verður bókingarskipanin BARN hjá Tórshavnar kommunu sløkt. 

Í staðin fyri hana kemur talgildur bíðilisti.

Fyri foreldur merkir hetta, at tey ikki longur skulu leita eftir plássum í dagstovni í Tórshavnar kommunu. 

Í staðin skulu tey skráseta barnið á bíðilista hjá í mesta lagi fýra stovnum. 

Tey, sum longu eru á ynskilista, varðveita hetta plássið sum fremstu raðfesting, og kunnu so skriva barnið upp til tríggjar stovnar aftrat.

 

Sannlíkindi at fáa pláss

Við at geva foreldrum fleiri valmøguleikar økjast sannlíkindini fyri, at pláss verður í einum av teimum fýra raðfestu valmøguleikunum tá brúk er fyri plássinum, sigur Tórshavnar kommuna.

Tá pláss er tøkt, fáa foreldrini boð um hetta í Mínboks. 

Upptøkureglugerðin hjá Tórshavnar kommunu verður eisini dagførd. 

Ein broyting verður, at dagstovnar fara at taka børn inn fýra ferðir um árið, 1.februar, 1.mai, 1.september og 1.november. 

Miðað verður eftir at leysgeva fyrstu plássini fyrst í desember. 

Kommunan heitir á foreldur um at skráseta barnið á bíðilistarnar skjótast gjørligt og helst fyri 1.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114