Kina og USA taka sambandið um hernaðarmál uppaftur

Kina og USA taka sambandið um hernaðarmál uppaftur
Xi Jinping og Joe Biden høvdu fund í USA í gjár
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, og amerikanski starvsbróðurin, Joe Biden, høvdu drúgvan fund um viðurskifti landanna millum í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.11.2023 - 11:12

Kina og USA eru samd um at taka sambandið í hernaðarmálum uppaftur.

Tað sigur Xi Jinping eftir fund við amerikanska starvsbróðurin, Joe Biden, í gjár.

At sambandið verður tikið uppaftur, ber í sær, at verjumálaráðharrarnir í báðum londum skulu hava felags arbeiðsfundir. 

Kina kvetti samskiftið um hernaðarmál við USA, tá ið táverandi forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, var á vitjan í Taivan í fjør. 

Taivan var eisini á skránni, tá ið báðir forsetarnir hittust í USA í gjár.

Sambært einum amerikanskum embætismanni, hevur Kina ongar ætlanir um hernaðarlig tiltøk móti Taivan næstu árini. 

Fundurin millum Joe Biden og Xi Jinping var í San Fransisco, og hann vardi í fýra tímar.

Teir eru samdir um, at amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, skal hitta nýggja kinesiska verjumálaráðharrin, tá hann er tilnevndur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947