Norra: Talan er um tvingsilsgjald

Norra: Talan er um tvingsilsgjald
Norska brúkaraumboðið ávarar ímóti at velja gjaldsloysnina, sum Meta nýliga hevur sett fyri tænastur so sum Facebook og Instagram í Evropa
 
15.11.2023 - 19:09

Nýggja loysnin gevur brúkarunum valið millum at gjalda áleið 100 krónur um mánaðin ella at lata sínar dátur verða brúktar til at vísa teimum lýsingar.

- Hetta er eitt beinleiðis tvingsilsgjald, heldur Finn Myrstad, stjóri í norska brúkaraumboðnum.

Meta eigur ikki at taka gjald fyri at tryggja brúkarum grundleggjandi rættindi, sigur Myrstad við NTB.

NRK hevur fyrr skrivað, at nýggja gjaldsloysnin kann vera í stríð við evropeiskt lóggávuverk.

- Nógv eru bundin av Facebook og Instagram til at skipa sítt lív og at varðveita sambandið við vinir og í veruleikanum er ongin onnur fullgóð loysn. Tað veit Meta sjálvandi, nú tey noyða brúkararnar til at velja, heldur Myrstad fram.

Myrstad vísir eisini á, at Meta einki sigur um, at tey fara at halda uppat við at hava eftirlit við brúkaranum og tí, sum hann ger á netinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947