Kann vera størsta náttúruvanlukka seinastu hálvu øldina

Kann vera størsta náttúruvanlukka seinastu hálvu øldina
Vandin fyri eldgosi í Grindavík økist alsamt
 
15.11.2023 - 20:57

Grótbræðingin, sum hevur verið ein hóttan undir jørðini, er nú so nær yvirflatanum, at hon einans liggur umleið 500 metrar niðri, sigur Benedikt Ófeigsson frá veðurstøðini í Íslandi.

Hesi viðurskifti økja munandi um vandan fyri gosi. 

Roykur og svávulroykur, sum koma upp úr rivum í lendinum, eru greið tekin um, at okkurt er áfatt í undirgrundini, og bakkin á Grindavík-leiðini er farin at søkka í fleiri støðum. Útlendskir miðlar halda eyga við støðuni og hava boðað frá, at eldgos kann verða á veg.

Serfrøðingar siga við íslendska kringvarpið RUV, at hetta kann gerast størsta náttúruvanlukka í Íslandi seinastu hálvu øldina, og støðan er sera álvarsom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947