51 norskir ríkisborgarar slopnir um markið

51 norskir ríkisborgarar slopnir um markið
Í gjárkvøldið fingu fleiri norskir borgarar boð um, at teir kundu ferðast út úr Gaza, umvegis markið við býin Rafah. Markið læt upp í morgun klokkan átta
 
15.11.2023 - 18:23

Teir fyrstu norsku ríkisborgararnir eru komnir úr Gazageiranum. Tað skrivar NRK í dag

- Eg eri sera glaður fyri, at teir fyrstu norsku ríkisborgararnir nú eru á egyptiska síðuni. Vit halda fram við arbeiðinum við fullari ferð, so hinir norsku ríkisborgararnir eisini skjótt kunnu koma heim, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í tíðindaskrivi.

Áður hevur norska uttanríkistænastan UD upplýst, at meira enn 250 norðmenn halda til í Gazageiranum. 

Í gjárkvøldið fingu 51 norskir borgarar boð um, at teir kundu ferðast út úr Gaza, umvegis markið við býin Rafah. Markið lat upp í morgun klokkan átta.

- Vit hava arbeitt døgnið runt síðani 8. oktober fyri at tryggja, at teir norsku ríkisborgararnir skuldu sleppa út úr Gaza. Tað eru eingi trygg støð í Gaza, og øll sum eru har verða fyri traumatiskum upplivingum. Í dag eru vit lættaði um, at nakrir norskir borgarar eru slopnir um markið. Samstundis mugu vit halda fram við arbeiðinum fyri øll tey, sum enn eru í Gaza, sigur Espen Barth Eide, norskur uttanríkisráðharri. 

Hann leggur afturat, at talan er um eina humanitera vanlukku, sum eisini rakar norskar borgarar. 

- Krígsgerðirnar mugu steðga og humaniter hjálp má fáa loyvi at sleppa inn í Gaza, sigur Espen Barth Eide.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947