622 milliónir krónur til danska filmsídnaðin

622 milliónir krónur til danska filmsídnaðin
Danmark skal vera ein sterk filmstjóð, og kreppan í filmsvinnuni skal vendast
 
15.11.2023 - 18:21

Tað er ætlanin hjá donsku stjórnini og øðrum flokkum í Fólkatinginum, ið nú eru klár við eini avtalu, sum letur danska filmsídnaðinum 622 milliónir árliga frá 2024 til 2027.

Í fyrstu atløtu fær filmsídnaðurin 98 milliónir krónur árliga frá 2025, sum er inntøka, ið væntað frá stroymingtænastum.

Jakob Engel-Schmidt, mentamálaráðharri, kallar avtaluna eina "søguliga saltvatnsinnspræning".

- Sum mentamálaráðharri meti eg tað alneyðugt, at tað ikki bert verða sýndir filmar úr Hollywood, tí danskir filmar eru við til at skapa samanhald og samfelagssinni, sigur hann í tíðindaskrivi.

Víðari sigur hann, at við avtaluni er talan um størstu íløguna í danskan film í tvey áratíggju. Hetta tryggjar, at tað eisini frameftir kunnu gera danskir filmar í høgari góðsku fyri okkum øll. 

Umframt stjórnarflokkarar stuðla eisini fleiri andstøðuflokkar avtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947