Svenskur Nato-limaskapur: Ungarn drálar framvegis

Svenskur Nato-limaskapur: Ungarn drálar framvegis
Atkvøðugreiðslan er útsett fleiri ferðir, og málið er heldur ikki á skránni í næstu viku
Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.11.2023 - 15:03

Ungarska tjóðartingið er ikki til reiðar at góðkenna svensku umsóknina um limaskap í Nato. 

Tað skrivar svenska tíðindastovan, TT.

Góðkenning er ikki á skránni fyri tingfundirnar í næstu viku, skrivar tíðindastovan, og tað hevur andstøðupolitikarin, Agnes Vadai, eisini váttað.

Forsætisráðharrin, Viktor Orban, hevur sagt, at góðkenningin er eitt avgreiðslumál, tí málið hevur longu verið til viðgerðar í nevndum í tjóðartinginum.

Men seinastu dagarnar hevur pípan fingið annað ljóð, og atkvøðugreiðslan er útsett fleiri ferðir. 

Ungarskir politikarar hava m.a. kravt frágreiðing um atfinningarnar hjá Svøríki um demokratisku gongdina í Ungarn.

Ungarn og Turkaland eru einastu limalondini í Nato, sum ikki hava góðkent svensku umsóknina um limaskap í norðuratlantisku verjusamgonguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947