Støðan í Grindavík er óbroytt

Støðan í Grindavík er óbroytt
500 jarðskjálvtar vóru í nátt og í morgun
Vegirnir til Grindavíkar eru framvegis stongdir.
Mynd: Íslendska vegagerðin  
 
15.11.2023 - 14:22

Støðan í Grindavík á Reykjanesi er óbroytt.

500 jarðskjálvtar vóru eftir midnátt og til í morgun skrásettir í økinum við Grindavík.

Harðasti skjálvtin var 2,6 í styrki við Hagafell eystan fyri Þorbjörn.

Virksemið er nakað tað sama, sum tað hevur verið seinasta samdøgrið, men ristingarnar eru minni enn t.d. fríggjadagin, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Sambært Bjarka Kaldalón Friis, serfrøðingi í nátturuvanlukkum, á íslendsku veðurstovuni, eru eingi tekin um eldgos. 

Jarskjálvtarnir hava eisini gjørt stóran skaða á hús og íbúðir í Grindavik, og fólkið í býnum er flutt burtur.

 

Myndir frá RÚV:

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947