Ísrael ætlar at leypa á sjúkrahús í Gasa

Ísrael ætlar at leypa á sjúkrahús í Gasa
Ísraelski herurin sigur, at fólk hjá Hamas krógva seg á Shifa-sjúkrahúsinum
Shifa-sjúkrahúsið í Gasageiranum. Ísrael sigur, at Hamas krógvar seg á sjúkrahúsinum, og nú er ísraelski herurin farin undir miðvíst álop á sjúkrahúsið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.11.2023 - 08:36

Ísraelski herurin upplýsti í nátt, at hann er farin undir miðvíst álop á Hamas í einum parti av Shifa-sjúkrahúsinum í Gasageiranum. 

Tað skrivar Reuters.

Ísraelska verjan sigur, at álopið er grundað á upplýsingar frá fregnartænastuni. Herurin skal niðurberja Hamas og bjarga gíslum. 

Ísrael sigur, at Hamas-fólk krógva seg á sjúkrahúsinum, men hesum vísir Hamas aftur. 

- Ísrael er í kríggi við Hamas, ikki við sivilfólkið í Gasa, skrivar herurin.

 

Duga arabiskt

Í álopsdeildini eru medisinsk toymi og fólk, sum duga arabiskt, og hava fingið serliga upplæring, sigur herurin. Toymið skal, sambært Ísrael, bera so í bandi, at eingi sivilfólk, "sum Hamas brúkar at verja seg við", fáa skaða.

- Vit heita á allar Hamas-yvirgangsmenn, sum eru á sjúkrahúsinum, um at geva seg upp í hendurnar á Ísrael, eru boðini frá herinum.

Eitt talsfólk fyri heilsumyndugleikan í Gasa, sum Hamas hevur valdið á, hevur sagt við blaðið Al Jazeera, at tey hava fingið upplýsingar um, at ísraelskar deildir fara at leypa á Al-Shifa sjúkrahúsið í Gasa.

 

USA er ímóti

Hvítu húsini í Washington siga í fráboðan, at USA stuðlar ikki álopum á sjúkrahús úr luftini , og heldur ikki skotbardøgum á einum sjúkrahúsi.

Fráboðanin kom eftir, at ísraelski herurin í nátt boðaði frá miðvísa álopinum á Shifa-sjúkrahúsið.

Hvítu húsini siga, at sjúkrahús og sjúklingar skulu verjast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947