ES setur fleiri tiltøk í verk móti Russlandi

ES setur fleiri tiltøk í verk móti Russlandi
Atkvøtt verður um uppskotið í morgin, og síðani fer málið til viðgerðar í ES-ráðnum
Josep Borell er uttanríkisleiðari í ES. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
14.11.2023 - 08:28

ES leggur nú seinastu hond á uppskotið um fleiri tiltøk móti Russlandi. 

Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell.

Hetta verður 12. pakkin av tiltøkum móti Russlandi. 

Atkvøðugreiðslan verður í morgin, og síðani fer uppskotið til ES-ráðið, har orðaskifti verður, og uppskotið skal góðkennast.

- 12. pakkin fevnir m.a. um bann fyri útflutningi fyri diamantar og tiltøk fyri at herða prísloftið fyri olju. Hetta verður gjørt fyri at minka inntøkurnar hjá Russlandi at selja øðrum, ikki okkum, olju, segði Borrell á tíðindafundi í gjár.

ES-sendifólk søgdu í síðstu viku við Reuters, at samveldið bíðar eftir grønum ljósi frá G7-londunum, so at farast kann víðari við diamantforboðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947