- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandi fyri eldgosi: Byggja verjumúr á Reykjanesi

Íslendska altingið samtykti í gjár lógaruppskot um at verja undirstøðukervið á Reykjanesi, nú stúrt verður fyri eldgosi har.
Uppskotið hjá Katrini Jakobsdóttir, forsætisráðharra, var samtykt stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Sambært løgmálaráðharranum, Guðrúni Hafsteinsdóttir, verður heimild í dag givin til at fara undir at byggja ein verjumúr.
- Eg havi givið ríkisløgregluni heimild til at seta gongd á arbeiðið at byggja ein verjumúr fyri at verja orkuverkið á Svartsengi longu í morgin, segði løgmálaráðharrin við RÚV, beint eftir at uppskotið var samtykt í nátt.
Fríggjakvøldið vóru íbúgvarnir í býnum Grindavík fluttir úr økinum við stuttari ávaring.
Í fleiri dagar hevur stúrt verið fyri, at tað fer at goysa á Reykjanesi, har m.a. flogvøllurin í Keflavík og Bláa lónið eru.