![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/suella.jpg?itok=DKIJmknw)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
David Cameron nýggjur uttanríkisráðharri í Bretlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cameron.jpg?itok=WpfSZvFi)
Rishi Sunak, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur umskipað stjórnina, og tað ber m.a. í sær, at fyrrverandi forsætisráðharrin, David Cameron, verður nýggjur uttanríkisráðharri.
David Cameron útskrivaði fólkaatkvøðuna um limaskap í ES, sum nøkur ár seinni endaði við Brexit.
Cameron mælti til, at Bretland skuldi varðveita limaskapin í ES, men eftir úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2016 avgjørdi hann at leggja frá sær sum forsætisráðharri.
Bretland fór úr ES í 2020.
Tey fæstu mundu væntað, at David Cameron fór at koma afturíaftur á politiska leikvøllinum, skrivar Ritzau, men nú verður hann uttanríkisráðharri.
James Cleverly, sum hevur verið uttanríkisráðharri, verður nú innanríkisráðharri.
Suella Bravermann. (Mynd: BBC)
Umstríddur innanríkisráðharri koyrdur frá
Í sambandi við, at stjórnin verður umskipað hevur Rishi Sunak, forsætisráðharri, koyrt Suellu Bravermann, innanríkisráðharra, úr stjórnini.
Suella Bravermann er kend fyri at vera braneggjað, og seinastu tíðina hevur hon alment funnist at løgregluni.
Hon hevur elvt til øsing í nógvum sum hon hevur sagt alment, og hevur eisini mist stuðul frá fleiri meira hóvligum starvsfeløgum.
Funnist hevur verið at Bravermann, eftir at hon í síðstu viku almannakunngjørdi eina kronikk, har hon skuldsetti løgregluna fyri at vera dupultmoralska í viðferðini mótmælisfólkum, sum hava gingið kravgongu til frama fyri palestinar.
Bravermann sigur, at hesar mótmælisgongur eru hatursgongur.